Kallað verður inn til aðalfund hjá badmintonfelagnum Nápur fríggjakvøldið 23. februar kl. 19:00 í bókasavninum í Skúlanum við Løkin. Sum áður nevnt tørvar Nápur m.a. venjarar og foreldur ið ynskja at hjálpa til við kappingum o.ø. Tí vil nevndin heita á øll, ið kunnu stuðla felagnum, um at møta til aðalfundin. Einans tey ið ynskja í nevndina verða stillað upp til val, so tað er ikki vandamikið at møta. Um ikki ber til at møta, men tú ynskir at hjálpa, so ber til at skiva til Nápur á facebook ella senda e-mail til napur@napur.fo Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frágreiðing nevndarinna fyri farna árið. 3. Framløga av rokniskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 4. Val av nevdarlimum og tiltakslimum. 5. Val av grannskoðara. 6. Innkomin mál. 7. Ymiskt. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar undan aðalfundinum. Til fundin verður kaffe, té, djús og okkurt lekkurt at fáa :)
0 Comments
HDYGD Open 2017 MBF & BSF bjóða hervið til 4. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13, U-15, U-17 og vaksnum. Kappingin verður í høllini á Giljanesi og í KOLLAFIRÐI. Dato: Leygardag 13 januar á Giljanesi frá kl. 9:00; U11 + U17 Leygardag 13 januar í Kollafirði frá kl 9:00: U13 + U15 Sunnudag 14 januar á Giljanesi frá kl. 13:00: Vaksin Tíðarætlan og skrá verður at síggja á www.bsf.fo frá hósdegnum ádrenn kappingina Greinar: Einmansleikur, (gentur og dreingir spæla møguliga í sama bólki). Meldið til í: U11 A, B, C ella D (fødd 2008 og yngri) U13 A, B, C ella D (fødd 2006 og 2005) U15 A, B, C ella D (fødd 2004 og 2003) U17 A ella B (fødd 2002 og 2001) Vaksin A ella B Reglugerð: Spælt verður sambært "DBF´s turneringsreglement." (tó verður møguliga spælt til færri enn 21 stig). Kappingin verður skipað sum “pool/cup” kapping, treytað av luttakaratalinum. BSF tilskilar sær rættin til at gera seedningar (vanliga 2 spælarar). Lesið meira um Grand Prix kappingina á www.bsf.fo. Heidursmerki: Spælt verður um heiðursmerki í øllum bólkum. Gjald: U-11, U-13, U-15, U-17: kr. 50,- Vaksin: kr. 100,- Peningurin skal gjaldast í høllini á kappingardegnum. Tilmelding: Feløgini skulu senda samlaða tilmelding til Miðvágs Badmintonfelag í seinasta lagi leygardag 6. JANUAR 2018. Send til MBFtilmelding@gmail.com Avboð: Ber ikki til at møta til kappingin (til dømis vegna sjúku), verða tit vinarliga biðin um at melda avboð.
Síðsta venjingin hjá Nápur verður 19 desembur og byrjar aftur 5 januar.
Eingin venjing verður í ítróttahøllini á toftum sunnudagin 17 desembur. So byrjar summarbadminton endiliga aftur! 4 tímar í Bylgjuni, har øll eru vælkomin at spæla badminton - ung og gomul og eisini tey, ið ikki eru limir 😄
Vit skaffa bóltar, men ketchara skal ein sjálvur hava við, og so er tað eisini smart at hava innanduraskógvar 😉 Hvønn fríggjadag frá 16-20. Tit koma og fara sum tað passar tykkum. Síggjast! Til aðalfundin á Bókasavninum við Løkin í kvøld vóru tveir nýggir limir valdir í nevndina. Nýggja nevndin er mannað soleiðis:
Líggjas Samuelsen, formaður Rógvi Langgaard, næstformaður Ásmundur Hansen, kassameistari Arnleyg Joensen, skrivari Stefany í Túni, nevndarlimur Tiltakslimir: Nigro Bjarki Hermansen Betuel Reinert Hansen Aðalfundur felagsins verður 16. februar á Bókasavninum við Løkin. Aðalfundurin byrjar kl 19.
Skrá sambært lógum felagsins. Vit vilja heita foreldur at íðkarum, og íðkarum yvir 14 ár um at møta til fundin. Nevndin Fyri júst einum ári síðani, á Bókasavninum við Løkin, varð Badmintonfelagið Nápur stovnað!
Hetta fyrsta árið hevur gingið ógvuliga skjótt, og hava vit mest sum ikki hugsa um, at tað longu er 1 ár síðani felagið bleiv sett á stovn! Tað sum bert byrjaði við einum tanka, sum síðani bleiv til hugskot og verkætlan, stendur í dag sum eitt vælvirkandi badmintonfelag, ið er til gleði og gagn á Skálafjørðinum! Vit vilja takka tykkum øllum, sum á ein... ella annan hátt hava verið knýtt at felagnum, fyriat fyrsta árið eydnaðist so mikið væl! Felagið hevur vunnið 28 heiðursmerkir og 1 steyp í Grand Prix kappingunum umframt at hava vunnið 8 heiðursmerkir í FM í tvímansleiki! Eisini vilja vit takka Runavíkar kommunu og Nes kommunu fyri teirra vælvild og stuðul hetta fyrsta kappingarárið! Tað gerst mikið lættari at leggja virksemi felagsins til rættis tá kommunurnar veita avbera góða tænastu og stuðul! TAKK til tykkum øll!! Vegna nevndina Pætur E. Jacobsen, formaður Í páskafrítíðini verður ein badmintonskúli í Runavík, har U13, U15, U17 og vaksin kunnu luttaka! Skúlin verður mánadagin 21. mars og týsdagin 22. mars frá kl. 08 til 17. Badmintonfelagið Nápur, Badmintonfelagið ÍF og Klaksvíkar Badmintonfelag Kbf eru við á hesum skúlanum, og eitt av endamálunum við skúlanum er at styrkja um samstarvið millum feløgini og samstundis skapa nýggj vinarbond millum íðkararnar. Og sjálvandi er eisini meiningin... at styrkja førleikarnar hjá tí einstaka íðkaranum! Um tú ikki ert limur í nøkrum badmintonfelag, men gjarna vilt luttaka á skúlanum, so er tað heldur eingin trupulleiki! Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 16 mars. Vit vóna at síggja nógvar íðkarar til hendan skúlan, ið fyri fyrstu ferð skal haldast í Runavík! Sí nærri kunning her! Badmintonfelagið Nápur hevði aðalfund 28. januar. Fundurin varð hildin í kantinuni í Skúlanum við Løkin.
Á aðalfundinum legði formaðurin fram ársfrágreiðingina, og aftaná varð rokniskapurin lagdur fram. Síðani var nevndarval á skránni, og skuldi aðalfundurin velja 2 fólk í nevnd, umframt at tveir tiltakslimir skuldu veljast. Nevndin er nú mannað soleiðis: Pætur Egholm Jacobsen, formaður Rógvi Langgaard, næstformaður Símun Jóhann Samuelsen, kassameistari Arnleyg Joensen, skrivari Stefany í Túni, nevndarlimur Tiltakslimir: Nigro Bjarki Hermansen Betuel Reinert Hansen Nevndin hevur ríkiligt at takast við, nú kappingarárið fer at halla. Nápur skal hýsa GP5 kappingini saman við ÍF og BSF 13. og 14 februar, og er hetta samstundis fyrsta GP-kapping, ið Nápur er við til at fyriskipa. Seinni í ár er FM í badminton á skránni, og hevur felagið sum mál at vinna nøkur heiðursmerkir har eisini! Venjingarnar fara í summarfrí í apríl mánaða, men tað merkir ikki at einki verður at gera. Felagið ætlar í gongd aftur við tær væl umtóktu summarvenjingarnar, ið vórðu síðsta ár í Bylgjuni. Eisini verður felagið ein partur av Eystanstevnuni í ár. Íðkaratalið í felagnum er so mikið stórt, at ikki er pláss fyri fleiri íðkandi hetta kappingarárið. Ein av málsetningunum hjá nevndini er at fáa fleiri tímar í Bylgjuni, soleiðis at felagið kann taka ímóti enn fleiri íðkarum, og somuleiðis betra um umstøðurnar at íðka í. Á aðalfundinum í gjárskvøldið var nýggja heimasíðan hjá felagnum víst fram. Arbeitt hevur verið við henni síðstu mánaðirnar, og nú er hon loksins klár at taka í nýtslu!
Á heimasíðuni er øll neyðug kunning um felagið. Um tit halda at okkurt manglar á heimasíðuni, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, og greiða frá, hvat tit halda manglar. Tíðndagreinar og myndarøðir frá kappingum o.ø. verður eisini lagt á heimasíðuna, eins og tað verður lagt á facebook síðuna hjá okkum. Vit vóna at heimasíðan verður til gagn fyri mong! Rógvi Langgaard hevur sniðgivið heimasíðuna. |