Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • Íðkari 10-14 ár
    • Motiónsbadminton
    • Hvílandi limur
    • Hálparfólk

Góður atburður hjá venjarum

Sum venjari ert tú fyrimynd fyri nógvum, og tí er tað týdningarmikið, at tú vísir góðan atburð!
Venjarin roynir sítt ítasta at finna møguleikarnar hjá tí einstaka og hjá øllum liðinum at gerast betri. Hann leggur venjingina til rættis, so hann á besta hátt kann røkka hesum máli. Men tann góði venjarin hevur eisini hægri mál. Hann kennir ítróttin sum ein leikvøll, har menniskju vaksa og mennast, har gleði, felagsskapur og tað at duga sermerkja venjngar- og kappingarumhvørvið. Tann góði venjarin mennir tann íðkandi: kropsliga, sálarliga, sosialt og moralskt. Tann góði venjarin mennir menniskju. Eins og góð íðkandi hevur ein góður
venjari eisini gávur. Samstarvið ímillum tann góða venjaran og tann íðkandi er sermerkt við tí, at tað eru tveir javnmettir partar, sum menna hvør annan. Tó er venjarin ein lyklapersónur, sum myndar hugburð og virðir hjá tí íðkandi og liðinum, sum hann hevur ábyrgdina av. Tí hevur hann eisni nógv vald. Ein ábyrgdarleysur venjari misbrúkar hetta vald ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi. Tann kensluleysi venjarin brúkar tey íðkandi, so at hann sjálvur vinnur fram, og fer við teim hareftir.
​
Hesir normar sipa til atburð og hugburð hjá einum góðum venjara:
  • Far við hvørjum íðkandi sær og eftir hansara fortreytum!
  • Síggj til, at venjingar og kappingar eru hóskandi til aldur, royndir, gávur og búningarstig hjá teim íðkandi!
  • Halt teg til reglur og normar, sum eru galdandi fyri reiðiligt spæl í tínari ítróttargrein!
  • Virð tær avgerðir, sum dómarar og hjálparfólk hava tikið!
  • Tak tey íðkandi við í avgerðir, sum viðkoma teimum, og lær hvønn einstakan at taka medábyrgd fyri atburði og ítróttaligari menning!
  • Ver reiðiligur, umhyggin og ærligur við tey íðkandi!
  • Tala uppbyggjandi við tann íðkandi, og lat vera við at finnast at ov neiliga
  • Legg dent á heilsuna hjá teim íðkandi og ger tað, at tey ikki koma í óneyðugan heilsuvanda!
  • Vís teim sjúku og skaddu íðkandi áhuga og umsorgan!
  • Leita tær samstarv og hjálp hjá øðrum venjarum og serfrøðingum, sum kunnu hjálpa teim íðkandi!
  • Viðurkenn, at tann íðkandi kann leita sær ráð og vegleiðing frá øðrum venjarum!
  • Slepp tær undan at nærkast teim íðkandi kynsliga ella vera næskur!
  • Vís góðan, sømiligan atburð bæði til kappingar og uttan fyri. Gev gætur, at tú hevur nógv at siga sum fyrimynd!
  • Vís í verki, at tú ert ímóti doping og at misbrúka  ólóglig rúsevni. Vís í verki, at tú ert ímóti at brúka alkohol og tubbak í sambandi við ítrótt!
  • Javnmet øll  – uttan mun til kyn, húðarlit, tjóðakaparligt, politiskt og átrúnaðarligt tilknýti eins og seksuella sannføring!
  • Ger tær ikki dælt av tínum venjarayrki at fremja egin áhugamál sum ganga ímóti áhugamálunum hjá teim íðkandi ella ítróttinum!
  • Góðtak aldri hóttandi og valdsligan atburð!
​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  napur@napur.fo  -  +298 230428
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • Íðkari 10-14 ár
    • Motiónsbadminton
    • Hvílandi limur
    • Hálparfólk