Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Venjingartíðir
    • Úrslit 2015/2016
  • Tíðindi
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk
  • Íðkaraklæðir
  • Samband

Góður atburður hjá íðkarum

Ítróttur hjá børnum skal vera fragd og stuttleiki. Tí er tað neyðugt við nøkrum leiðreglum, hvussu góður atburður hjá børnum skal vera.​
Tað, sum eyðkennir góðan barna- og ungdómsítrótt er, at tey íðkandi trívast, at so nógv sum møguligt vilja vera við, at tey mennast kropsliga, sálarliga og sosialt. At læringin er lagað til aldur, menningarstig og tørv hjá tí íðkandi. At tann íðkandi skal kunna kenna, at hann tíðum megnar nakað og kennir framgongd við at verða vegleiddur og eggjaður. Venjingin leggur dent á spæl.
Yvirskipaðu málini við barna- og ungdómsítrótti eru at geva tí íðkandi møguleika fyri fjølbroyttari menning og møguleika at megna ymiskt og síðani í tannárunum møguliga at velja ávísa sergrein. á henda hátt kann grundarlag
verða lagt undir ein varandi hug at íðka ítrótt og at vera kropsliga virkin. Avrik skulu ikki verða sett fram um læring.
Tó má ásannast, at ítróttur tíverri ikki altíð verður framdur við hesum hugsjónum. Tey vaksnu kunnu hava famsøkni og kunnu seta mál uttan mun til fortreytirnar hjá teim ungu og børnunum. At velja sergrein tíðliga og venja við kapping fyri eyga kann hava óhepnar fylgjur fyri bæði kropsligu, sálarligu, sosialu og moralsku menningina. Barna- og ungdómsítrótturin hevur tørv á venjarum og leiðarum, sum hava hollar førleikar og geva teimum grundleggjandi virðunum gætur.

Hesir normar eyðkenna góðan barna- og ungdómsítrótt:
  • Ger altíð títt besta!
  • Akta altíð reglurnar og normarnar fyri reiðuligum spæli í tínari ítróttargrein!
  • Ver við í ítrótti, tí tær dámar tað og ikki tí tey vaksnu, foreldur og venjarar vilja tað!
  • Vís virðing fyri øllum, sum eru uppií, viðspælarum eins og mótspælarum!
  • Ikki trætast við dómarar ella onnur hjálparfólk!
  • Virð og ver opin og ærligur við venjarar og leiðarar, tí teir hava ábyrgd fyri tær!
  • Lat vera við at kalla spottandi ella niðrandi. Hvørki viðspælarar, mótspælarar, dómarar, hjálparfólk, venjarar ella leiðarar!
  • Ver móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera móti tær!
Til øll foreldur
Vit eru glað fyri at tað eru so nógv børn, ið ynskja at ganga til badminton :)

Til venjing er tað umráðandi vera friðarligur tá venjari tosar og ikki spæla onnur spøl undir venjing.​

Tað er umráðandi at børnini:
- Eru í ítróttarklæðum og innandura skóm
- Hava ketchara við
- Hava drekkidunk við
- Hava hárið burtur frá andlitinum
Um tit hava spurningar kunnu tit skriva til: [email protected]
Vh Nevndin
​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  [email protected]  -  +298 582370
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Venjingartíðir
    • Úrslit 2015/2016
  • Tíðindi
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk
  • Íðkaraklæðir
  • Samband