§ 1 Navn og heimstaður
Navn felagsins er Nápur, (ella badmintonfelagið Nápur) og heimstaður felagsins er Runavík. § 2 Endamál Endamál felagsins er at stimbra og menna badmintonleikarar, og at vekja ans fyri góðari likamsrøkt og sosialari samveru. § 3 Limaskapur Ein og hvør kann gerast limur við at venda sær til annaðhvørt ein nevndarlim ella venjara ella at skráseta seg á heimasíðu felagsins. Ein samd nevnd kann nokta persóni limaskap. Verður persóni noktaður limaskapur, kann hann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir. Nevndin ásetur støddina á limagjaldinum fyri virknar-, hvílandi- og ungdómslimir. Limur kann siga limaskap sín upp, tó uttan endurgjald. Nevndin kann koyra lim úr felagnum, um viðkomandi er í eftirstøðu við limagjaldi í meira enn 1 ár, hevur brotið viðtøkur felagsins ella á annan hátt grovt hevur forbrotið seg. Viðkomandi limur kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan. Felagið kann útnevna heiðurslimir. § 4 Aðalfundir Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki felagsins. Ársaðalfundur verður hildin áðrenn februar mánaður er farin. Nevndin kallar inn til aðalfundar skrivliga og/ella við uppslagi við í minsta lagi 14 daga varningi. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og -skrá. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar undan aðalfundinum. Í fundarboðunum verða innkomin mál stutt endurgivin, men skulu liggja frammi í fullum líki á skrivstovu felagsins í minsta lagi 4 dagar undan fundinum. Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan: * Val av fundarstjóra. * Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið. * Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. * Val av nevndarlimum og tiltakslimum. * Val av grannskoðara. * Innkomin mál. * Ymiskt. Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum. Hann kann vera nevndarlimur. Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara. Limir, sum hava fylt 14 ár, hava atkvøðurætt. Er limurin undir 14 ár, kann foreldur ella verji atkvøða vegna barnið. Um tey eiga fleiri limir, ið eru undir 14 ár, kunnu foreldur ella verji atkvøða fyri hvørt barnið. Valbærur er limur, sum er fyltur 18 ár. Hvílandi limir hava møti- og talurætt, men tó ikki atkvøðurætt. § 5 Eykaaðalfundir Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið 1/3 av limunum krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi. § 6 Nevndin Felagið verður stýrt av eini 5-manna nevnd. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Soleiðis at annaðhvørt ár standa 2 fyri vali og annaðhvørt ár standa 3 fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv. 2 tiltakslimir verða valdir fyri 1 ár. Nevndin heldur fund, so ofta hon heldur tað vera neyðugt. Nevndin er viðtøkufør, tá ið 3 nevndarlimir eru á fundi. Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sítt. Fer nevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað. Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir. § 7 Tekningarreglur Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt. § 8 Heftilsi Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi. § 9 Roknskapur Roknskaparár felagsins er frá 1/1 og til 31/12. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan felagsins og til 31/12-2015. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað. § 10 Viðtøkubroytingar At broyta viðtøkurnar krevst, at í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri. § 11 Avtøka At taka felagið av krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri. Er ikki neyðugi meirilutin av limunum á fundi, kann nevndin kalla inn til eykaaðalfundar, har felagið kann verða tikið av, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri, líkamikið hvussu nógvir limir eru møttir. Verður felagið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri likvidatorar. Eitt møguligt avlop skal nýtast til eitthvørt ítróttarligt ella vælgerandi endamál. |