Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk

Tíðindi

Eitt nýtt andlit í nevndini

29/1/2016

0 Comments

 
​Badmintonfelagið Nápur hevði aðalfund 28. januar. Fundurin varð hildin í kantinuni í Skúlanum við Løkin.
Á aðalfundinum legði formaðurin fram ársfrágreiðingina, og aftaná varð rokniskapurin lagdur fram.
Síðani var nevndarval á skránni, og skuldi aðalfundurin velja 2 fólk í nevnd, umframt at tveir tiltakslimir skuldu veljast.

Nevndin er nú mannað soleiðis:
Pætur Egholm Jacobsen, formaður
Rógvi Langgaard, næstformaður
Símun Jóhann Samuelsen, kassameistari
Arnleyg Joensen, skrivari
Stefany í Túni, nevndarlimur

Tiltakslimir:
Nigro Bjarki Hermansen
Betuel Reinert Hansen

Nevndin hevur ríkiligt at takast við, nú kappingarárið fer at halla. Nápur skal hýsa GP5 kappingini saman við ÍF og BSF 13. og 14 februar, og er hetta samstundis fyrsta GP-kapping, ið Nápur er við til at fyriskipa.
Seinni í ár er FM í badminton á skránni, og hevur felagið sum mál at vinna nøkur heiðursmerkir har eisini!
Venjingarnar fara í summarfrí í apríl mánaða, men tað merkir ikki at einki verður at gera. Felagið ætlar í gongd aftur við tær væl umtóktu summarvenjingarnar, ið vórðu síðsta ár í Bylgjuni. Eisini verður felagið ein partur av Eystanstevnuni í ár.
Íðkaratalið í felagnum er so mikið stórt, at ikki er pláss fyri fleiri íðkandi hetta kappingarárið. Ein av málsetningunum hjá nevndini er at fáa fleiri tímar í Bylgjuni, soleiðis at felagið kann taka ímóti enn fleiri íðkarum, og somuleiðis betra um umstøðurnar at íðka í.
Picture
0 Comments



Leave a Reply.

    RSS Feed

​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  napur@napur.fo  -  +298 269096
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk