ÍF, Nápur og BSF bjóða hervi til 2. umfar av badminton Grandprix. Kappingin verður á Kambsdali og Runavík. Sí innbjóðing við at trysta á leinki niðanfyri - Tilmelding hjá okkara íðkarum fer fram við at fráboða undir viðmerking, skriva til 'Badmintonfelagið Nápur' ella seta teg í samband við onkran venjara ella nevndarlim. GG. Seinasta freist at tilmelda seg via Nápur er mánadagin 22. oktobur kl. 15:00.
0 Comments
Nápur hevur stóran tørv á venjarum/hjálparvenjarum til badminton, og sóknast tí eftir fólki at byrja skjótast gjørligt.
Tær nýtist ikki at hava tær stóru royndirnar innanfyri badminton, men vit vænta tó at tú hevur áhuga fyri ítróttagreinini. Venjarar/hjálparvenjarar fáa løn sambært avtalu. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við okkum við at skriva ein teldupost til napur@napur.fo, ella við at ringja/skriva til Líggjas Samuelsen á tlf: +298 507796 Vegna mangul av venjarar og hjálparvenjarar vóru vit noydd at broyta venjingarskemaði.
Sum naka nýtt hava vit eisini sett vaksin og motionistar í sama hold, í Bylgjuna og ikki søldafirði. Allar venjingarnar eru í Bylgjuni. Týsdag 19:00 - 20:00 U9 & U11 Týsdag 20:00 - 21:00 U15 Týsdag 21:00 - 22:00 Vaksin/Motionistar Fríggjadag 16:00 - 17:30 U15 Fríggjadag 17:30 - 19:00 U13 HBF & BSF bjóða hervið til 1. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13, U-15, U-17 og vaksin. Kappingin verður í Badmintonhøllini og í høllini á Hálsi í Tórshavn Leygardagin 29. og sunnudagin 30. september.
Sí innbjóðing við at trysta á leinki niðanfyri GP1, BankNordik Open 2018 - Tilmelding hjá okkara íðkarum fer fram við at fráboða undir viðmerking, skriva til 'Badmintonfelagið Nápur' ella seta teg í samband við onkran venjara ella nevndarlim. Nú byrja veningarnar aftur í Nápi. Kom og royn badminton ókeypis fyri at vita um hetta er nakað fyri teg.
Venjingarnar vera allar í Bylgjuni í Runavík. Vant verður hesi tíðspunkt: Týsdag 19:00 - 20:00 U9, U11 & U13 Týsdag 20:00 - 21:00 U13 Týsdag 21:00 - 22:00 Vaksin Fríggjadag 16:00 - 17:30 U15 Fríggjadag 17:30 - 19:00 U15+ Vit boða frá nú at tað verur felagsvenjing fyri allar aldursbólkar týsdagin 3.apríl kl.19 til 21, og at tað samstundis er seinasta venjing í ár.
Av tí at tað ikki eydnaðist at manna nevndina á farna aðalfundi, verður hervið lýst við eyka aðalfundi hjá Badmintonfelagnum Nápi í Bókasavninum við Løkin Fríggjadagin tann 23. mars 2018 kl. 19:00
Skrá sambært viðtøkum felagsins. Innkomin mál skulu vera nevndini í hendi seinast 7 dagar áðrenn fundin. Verður nevndin framvegis ikki fullmannað, skal nevndin taka støðu til framtíð felagsins innan næsta kappingarárið byrjar Tilmelding hjá okkara íðkarum fer fram við at fráboða undir viðmerking, skriva til 'Badmintonfelagið Nápur' ella seta teg í samband við onkran venjara ella nevndarlim. Fríggjadagin 16 februar og fríggjadagin 23 februar verður eingin venjing.
Tilmelding hjá okkara íðkarum fer fram við at fráboða undir viðmerking, skriva til 'Badmintonfelagið Nápur' ella seta teg í samband við onkran venjara ella nevndarlim. |