Aðalfundur 2021
Aðalfundurin hjá Badmintonfelagnum Nápur verður hildin í kantinuni í Skúlanum við Løkin týskvøldið 23. februar kl 18:00. Skrá samb. viðtøkum felagsins. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar undan aðalfundinum og skulu sendast til napur@napur.fo. Í samband við at nýggjur høvuðsvenjari verður avdúkaður á fundinum, kemur formaðurin at greiða frá hvørjar ætlanir eru fyri framman. Nýggir limir kunnu tekna seg. Um nevndin ikki verður fullmannað, verður eyka aðalfundur hildin 15 min. aftaná.
0 Comments
Av tí at Bylgjan er stongd hesa og komandi viku, vera ongar venjingar í hesum tíðarskeiðnum.Av tí at Bygljan er upptikin av øðrum virksemi, verður onki badminton í morgin.
Vegna heystferiu verður eingin venjing hjá U15 í kvøld.
Fyribils vera ikki fleiri venjingar fyri vaksin fríggjadagar. Sí galdandi venjingartíðir niðanfyri.
U15 (12-14 ár) Týsdag 20:00 - 21:00 Vaksin/Motionistar Týsdag 21:00 - 22:00 Allar venjingarnar eru í Bylgjuni. Grundað á manglandi venjarar, vera fyribils ikki aðrar venjing fyri børnum hetta kappingarárið. Badminton fyri vaksin frá kl. 18 til 19 í dag er tíverri avlýst
Kallað verður inn til aðalfund hjá badmintonfelagnum Nápur mikukvøldið 23. januar kl. 19:00 í fundarhølinum í Bylgjuni.
Um nevndin ikki verður mannað, so verður eyka aðalfundur 30 minuttir eftir at aðalfundurin er lokin. Sum áður nevnt tørvar Nápur m.a. venjarar og foreldur ið ynskja at hjálpa til við kappingum o.ø. Tí vil nevndin heita á øll, ið kunnu stuðla felagnum, um at møta til aðalfundin. Einans tey ið ynskja í nevndina verða stillað upp til val, so tað er ikki vandamikið at møta. Um ikki ber til at møta, men tú ynskir at hjálpa, so ber til at skiva til Nápur á facebook ella senda e-mail til napur@napur.fo Á ársaðalfundinum er fundarskráin hendan: 1. Val av fundarstjóra. 2. Frágreiðing nevndarinna fyri farna árið. 3. Framløga av rokniskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar. 4. Val av nevdarlimum og tiltakslimum. 5. Val av grannskoðara. 6. Innkomin mál. 7. Ymiskt. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar undan aðalfundinum. Til fundin verður kaffe, té, djús og okkurt lekkurt at fáa :) MBF og BSF bjóða hervið til 4. umfar av badminton Grandprix hjá U-11, U-13, U-15, U-17 og vaksnum. Kappingin verður í høllini á Giljanesi og í Kollafirði. Sí innbjóðing við at trysta á leinki niðanfyri - Tilmelding hjá okkara íðkarum fer fram við at fráboða undir viðmerking, skriva til 'Badmintonfelagið Nápur' ella seta teg í samband við onkran venjara ella nevndarlim. GG. Seinasta freist at tilmelda seg via Nápur er leygardagin 7. Januar kl. 16:00. Vegna tekniskar trupulleikar, hava vit ikki fingið boðini um JFK Open fyrr enn í dag. Hóast freistin at melda seg til var í gjár, hava íðkarar hjá Nápur fingið eina longda freist, ið eitur kl.18 í annaðkvøld (28/11).
Sí innbjóðing við at trysta á leinki niðanfyri. Av tí at Faroexpo verður í høllini, eru allar venjingar týsdagin 23 okt., og fríggjadagin 26 okt. avlýstar.
Nápur hevur fingið til uppgávu fingið til uppgávu at seta básar upp, men vit mangla framvegis eini 10 fólk, at hjálpa okkum við uppsetingini! Uppsetingin byrjar kl.18, týskvøldið. Møtið fjølment! 🙂 |