Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk

Tíðindi

TÍÐINDASKRIV

21/3/2021

0 Comments

 
Badmintonfelagið Nápur nýggjan høvuðsvenjara
Á aðalfundinum týskvøldið 23. februar í Skúlanum við Løkin, kundi Nápur avdúkað navnið á nýggja høvuðsvenjaranum hjá badmintonfelagnum við Skálafjørðin.
Nápur hevur tey seinnu árini havt avbjóðingar við manglandi venjarum. Tí varð tað ein fegin nevnd, sum kundi avdúka nýggja høvuðsvenjaran hjá felagnum.
Talan er um 51 ára gomlu Hanne L. Olsen úr Roskilde. Hanne hevur spælt badminton í meira enn 30 ár, og hevur góðar royndir við at byggja upp og leiða ítróttartilboð fyri ung. Harafturat hevur Hanne, saman við sínum hjálparvenjarum, vunnið ymiskar heiðurslønir fyri síni avrik.
Hanne er útbúgvin socialpædagog, konfliktcoach og fitness instruktør.
 
Spennandi tíð fyri framman
Nápur er eitt ungt felag og bleiv stovnað í 2015 og var tá fyrsta badmintonfelagið kring Skálafjørðin. Nógv valdu tá at nýta hetta høvi at spæla badminton. Men grunda á venjaratrotið seinnu árini, hevur undirtøkan verið fallandi.
Tí ganga vit einari spennandi tíð í møti nú felagið hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Nevndin vónar tí, at tað undirtøkan verður ein eins góð nú, sum hon var í 2015.
 
Venjingar byrjað
Nápur byrjar tí aftur at hava skipaðar venjingar fyri børn og ung í aldrinum 10-14 ár. Byrjað verður 25. mars og vant verður hvørt mánakvøld og hóskvøld kl. 18:00-20:00.
Vaksin hava eisini møguleika at koma og spæla badminton. Motiónsbadminton byrjar týskvøldi 30. mars millum kl 20-21.
Nápur bjóðar ketjarar til tey, sum ikki hava fingið keypt sær ein ketjara.
 
Ókeypis tilmelding
Hóast tilmelding er neyðug á www.napur.fo, ber til at venja ókeypis fram til summarferiuna.
 
 
Badmintonfelagið Nápur
Picture
0 Comments



Leave a Reply.

    RSS Feed

​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  napur@napur.fo  -  +298 269096
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk