Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Venjingartíðir
    • Úrslit 2015/2016
  • Tíðindi
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk
  • Íðkaraklæðir
  • Samband

Tíðindi

Nú byrja vit aftur ! Klárt at melda til !

24/8/2023

0 Comments

 
Picture
0 Comments

Badmintonfeløg saman um nýggjan venjara

18/7/2023

0 Comments

 
​Nú kappingarárið 2023/24 í badminton verður skotið í gongd í august mánaði, hava badmintonfeløgini ÍF, Nápur, MBF og KBF gjørt avtalu við nýggjan venjara.

Setanin av nýggja venjaranum er sostatt eitt samstarv ímillum áður nevndu badmintonfeløg.

Venjarin talan er um, er 21 ára gamli danin Jonas Mikkelsen, sum kemur úr Randers. Hóast sín unga aldur, hevur Jonas verið venjari í fleiri ár, og hevur hann hollar royndir sum badmintonvenjari í øllum aldursbólkum á ymiskum støði í Randers Badmintonklub.
​
Vit bjóða Jonasi hjartaliga vælkomnum sum venjari í feløgunum.
0 Comments

Kom og royn badminton! Mánadagin 29. august!

17/8/2022

0 Comments

 
Picture
0 Comments

​Innkalling til eyka aðalfund í Nápi - Nýggj nevnd skal veljast

15/11/2021

0 Comments

 
Av tí at formaður felagsins hevur valt at fara úr nevndini, verður hervið kallað inn til eyka aðalfund, har nýggj nevnd skal veljast.

Fundurin verður hildin í kantinuni í Skúlanum við Løkin týskvøldið 30. november kl. 19:00. Skrá sambært viðtøkum felagsins.

Vónandi vilja leikarar, foreldur og onnur badminton áhugaði bakka upp um felagið og vilja reka Nápur víðari. Verður ikki nýggj nevnd vald, steðgar alt virksemi 31. des. 2021.

​Grundað á koronastøðuna í løtuni, er tað neyðugt við tilmelding. Tilmelding er ókeypis og fer fram við at senda teldupost við fullum navni og telefonnummari á [email protected]. Tilmeldingarfreistin er tveir tímar undan fundin.
 
Badmintonfelagið Nápur
0 Comments

Venjingarnar hjá 10-12 ár og 13-17 avlýstar eina viku afturat. Vaksin venja sum vant - næstan.

14/11/2021

0 Comments

 
Venjingarnar hjá 10-12 ár og 13-17 avlýstar eina viku afturat
Grundað á framhaldandi óvissuna umkring koronu, umframt at fleiri av okkara venjarum eru burturstødd komandi dagarnar, eru venjingarnar hjá 10-12 ár og 13-17 ár avlýstar fyri komandi viku eisini.

Vaksin venja sum vant - næstan
Vaksin kunnu tó framvegis venja, tó men uttan venjarar. Spælarnir mugu tískil sjálvi seta netini upp. Bóltar vera útflýggjaðir.
​

Um koronustøðan ikki versnar komandi vikuna, verður vant sum vanligt frá mánadegnum 22. november.
0 Comments

Kappingin í tvímansleiki útsett

26/10/2021

0 Comments

 
Seint í gjárskvøldið komu boð um at kappingin í tvímansleiki komandi vikuskifti er útsett.
​
Sí boð frá HBF niðanfyri.


------------
Hey tit øll
Vit hava saman við BSF avgjørt, at útseta kappingin í tvímansleiki.
Soleiðis sum koronastøðan eg í løtuni, halda vit ikki tað er ráðiligt, at samla so nógv ung fólk til kapping.

Tit hoyra aftur frá okkum seinni  nær kappingin verður.

Vh
HBF
------------
0 Comments

Øll venjing avlýst hesa vikuna

25/10/2021

0 Comments

 
​Vegna koronustøðuna í løtuni er øll venjing hjá Nápur avlýst hesa vikuna. 

Vit vita í løtuni ikki um broytingar koma ísv. kappingina í Havn komandi vikuskifti. Kunnað verður um hetta tá vit vita nakað meira.
0 Comments

HBF og BSF bjóða til  kapping í tvímansleiki

23/10/2021

0 Comments

 
HBF og BSF bjóða hervið til kapping í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki fyri aldursbólkarnar U11, U13, U15, U17 og vaksin í badmintonhølluni í Havn.

Sí nærri kunning um kappingina í hjáløgdu fílu.

Tilmeldingin ferð fram við at spælarar, ella foreldur at spælarum, senda ein teldupost til [email protected], har tit boða frá, at tit ynskja at luttaka í kappingini, og hvørjum tit luttaka saman við. Felagið sendur síðani ein samlaðan tilmeldingarlista til KBF.

GG. Tíverri er ein feilur hendur, at vit fyrst nú kunnað um hesa kappin EFTIR at freistin er farin. Vit hava tó fingið eina forlongda freist, og mugu sostatt fáa tilmeldingarnar í hendi innan kl 10 í morgin sunnudagin 24. okt.
kapping_30._og_31.okt__2021.docx
File Size: 153 kb
File Type: docx
Download File

0 Comments

Kapping í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki komandi vikuskifti

21/9/2021

0 Comments

 
KBF og BSF bjóða hervið til kapping í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki fyri aldursbólkarnar U11, U13, U15, U17 og vaksin í badmintonhølluni í Klaksvík.

Sí nærri kunning um kappingina í hjáløgdu fílu.

Tilmeldingin ferð fram við at spælarar, ella foreldur at spælarum, senda ein teldupost til [email protected], har tit boða frá, at tit ynskja at luttaka í kappingini, og hvørjum tit luttaka saman við. Felagið sendur síðani ein samlaðan tilmeldingarlista til KBF.

GG. freistin er SERA stutt. KBF skal hava tilmeldingarnar longu í morgin mikudagin tann 22. kl 12:00. Vit mugu tískil fáa tilmeldingarnar í hendi innan hetta, soleiðis at vit kunnu yvirhalda tíðarfreistina.

Til tykkum foreldur, sum eru í iva um tit skulu lata børn tykkara luttaka á hesum sinni, so kunnu tit umhugsa hvørs barn tykkara er búgvið nokk at luttaka. Vandin hjá ungum/óroyndum leikaraum at byrjað ov tíðlja við at luttaka til kappingar, er, at um leikarin møtur einum sterkum mótstøðumanni, so kann eitt (stórt) tap ávirka hugin hjá unga leikaranum at halda áfram við ítróttargreinini. Eru tit í iva, um barn tykkara er búgvið nokk til at luttaka, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum umvegis Facebook/Messenger.

Hóast freistin til hesa kapping er sera stutt, verður tað javnan skipað fyri kappingum gjøgnum árið. Hugsa tí longu nú um, um tú ella barn títt ynskja at luttaka til næstu kapping, tá freistin fyri tilmelding vónandi verður eitt sindur longri
​
Eru ivamál, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til okkum.
2021.09.17_-_innboðing_til_gp1_double_og_mix_.docx
File Size: 553 kb
File Type: docx
Download File

0 Comments

Venjingin hósdagin 23. sept. skerd

21/9/2021

0 Comments

 
​Vegna fundarvirksemið, verður venjingin hósdagin 23. sept. skerd fyri teir yngru bólkarnar.
Venjingin hjá 10-12 ár er avlýst, meðan venjingin hjá 13-17 byrjar fyrst kl. 18:30

Venjingin hjá teimum vaksnu er óbroytt.
0 Comments
<<Previous

    RSS Feed

​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  [email protected]  -  +298 582370
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Venjingartíðir
    • Úrslit 2015/2016
  • Tíðindi
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk
  • Íðkaraklæðir
  • Samband