Badmintonfelagið Nápur
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk

Tíðindi

Nú er tilmeldingin klár

1/9/2021

0 Comments

 
Í síðstu viku komu nýggju venjingartíðirnar út, og nú er tilmeldingin klár :)

Vit hava sett okkum í samband við Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunu um at blíva partur av Spjaldinum og Frítíðarkortinum, og kunna vit nærri um hetta, tá hetta er komið upp á pláss.

Eru spurningar ella ivamál, eru tit altíð vælkomin at venda tykkum til felagið.
0 Comments

SO er Nápur komin aftur úr summarferiu :)

27/8/2021

0 Comments

 
Nýggju venjingartíðirnar eru komnar upp á pláss, og leggja vit út við einum fyribils skemaði inntil vit síggja hvussu tilmeldingarnar vera.

Vit hava fingið fleiri tímar í ár, og gevur hetta pláss fyri fleiri venjingum enn í fjør. Enn er motións- og familjubadminton ikki komin á skrá, og kemst hetta av, at vit mangla onkran at hava ábyrgdina av hesum tímum. Um hetta hevur tín áhuga, so lat okkum endiliga vita :)
​
Vit leggja út við nøkrum felags venjingum millum tey eldru liðini. Hetta kemst m.a. av, at vit ynskja at fáa sum mest burtur úr hvørjum tíma. Hetta kann eisini broytast alt eftir hvussu tilmeldingarnar vera.

Tilmelding fer fram á www.napur.fo/tilmelding, og verður klárt at melda til í næstu viku. Í fleiri ár hevur tað verið ókeypis at vant við Nápur, men fyri komandi kappingarár verður neyðugt við limagjaldi. Nærri kunning um hetta kemur í næstu viku. Ætlanin er at tað skal vera møguligt at rinda við Spjaldrinum og líknandi gjaldsháttum.
​
Vit hava somu dugnaligu venjarnar sum í fjørð, og gleða vit okkum at síggja teg í høllini :)
Picture
Picture
0 Comments

Vegna corona, vera venjingarnar í dag tann 24/5 og morgin 25/5 avlýstar.

24/5/2021

0 Comments

 
0 Comments

Broyttar venjingartíðir um páskini

31/3/2021

0 Comments

 
Venjingin hjá 10-14 ár eru broyttar um páskini.

Venjingin í morgin 01/04 verður flutt til Langa Fríggjadag kl. 16-18
Vant verður mánadagin 05/04 men kl. 15-17 ístaðin
0 Comments

Nápur fingið flúgvandi byrjan

30/3/2021

0 Comments

 
Hóskvøldið 25/3 hevði Nápur sína fyrstu venjing við nýggja høvuðvenjaranum. Og sigast má, at undirtøkan var góð. 11 børn og 1 borgmeistari meldaðu seg til :)

Nápur brúkti samstundis høvið til at kunngerða vinnaran av kappingini, har ein heppin vinnari vann ein ketjara frá Sport24

Sí myndir og video frá venjingini her.
0 Comments

Vinnarin gjørdist Magni Lamhauge

30/3/2021

0 Comments

 
Picture
Vinnarin av kappingini hóskvøldið 25/03, har vinningurin var ein frálíkur ketjari frá Sport24, gjørdist Magni Lamhauge :)

Hjartaliga tillukku Magni!

Vinnarin bleiv avdúkaður í Bylgjuni hóskvøldið, og vegna Magna, tók sjálvur borgmeistarin Tórbjørn Jacobsen ímóti vinninginum.
​
Ketjarin kann avheintast inni hjá sjálvum borgmeistaranum á Heiðavegi 26
0 Comments

TÍÐINDASKRIV

21/3/2021

0 Comments

 
Badmintonfelagið Nápur nýggjan høvuðsvenjara
Á aðalfundinum týskvøldið 23. februar í Skúlanum við Løkin, kundi Nápur avdúkað navnið á nýggja høvuðsvenjaranum hjá badmintonfelagnum við Skálafjørðin.
Nápur hevur tey seinnu árini havt avbjóðingar við manglandi venjarum. Tí varð tað ein fegin nevnd, sum kundi avdúka nýggja høvuðsvenjaran hjá felagnum.
Talan er um 51 ára gomlu Hanne L. Olsen úr Roskilde. Hanne hevur spælt badminton í meira enn 30 ár, og hevur góðar royndir við at byggja upp og leiða ítróttartilboð fyri ung. Harafturat hevur Hanne, saman við sínum hjálparvenjarum, vunnið ymiskar heiðurslønir fyri síni avrik.
Hanne er útbúgvin socialpædagog, konfliktcoach og fitness instruktør.
 
Spennandi tíð fyri framman
Nápur er eitt ungt felag og bleiv stovnað í 2015 og var tá fyrsta badmintonfelagið kring Skálafjørðin. Nógv valdu tá at nýta hetta høvi at spæla badminton. Men grunda á venjaratrotið seinnu árini, hevur undirtøkan verið fallandi.
Tí ganga vit einari spennandi tíð í møti nú felagið hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara. Nevndin vónar tí, at tað undirtøkan verður ein eins góð nú, sum hon var í 2015.
 
Venjingar byrjað
Nápur byrjar tí aftur at hava skipaðar venjingar fyri børn og ung í aldrinum 10-14 ár. Byrjað verður 25. mars og vant verður hvørt mánakvøld og hóskvøld kl. 18:00-20:00.
Vaksin hava eisini møguleika at koma og spæla badminton. Motiónsbadminton byrjar týskvøldi 30. mars millum kl 20-21.
Nápur bjóðar ketjarar til tey, sum ikki hava fingið keypt sær ein ketjara.
 
Ókeypis tilmelding
Hóast tilmelding er neyðug á www.napur.fo, ber til at venja ókeypis fram til summarferiuna.
 
 
Badmintonfelagið Nápur
Picture
0 Comments

Aðalfundur 2021

9/2/2021

0 Comments

 
Aðalfundur 2021

Aðalfundurin hjá Badmintonfelagnum Nápur verður hildin í kantinuni í Skúlanum við Løkin týskvøldið 23. februar kl 18:00.

Skrá samb. viðtøkum felagsins.

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 7 dagar undan aðalfundinum og skulu sendast til napur@napur.fo.

Í samband við at nýggjur høvuðsvenjari verður avdúkaður á fundinum, kemur formaðurin at greiða frá hvørjar ætlanir eru fyri framman.

Nýggir limir kunnu tekna seg.

Um nevndin ikki verður fullmannað, verður eyka aðalfundur hildin 15 min. aftaná.
0 Comments

Ongin venjing 17/3 og 24/3 vegna fyribyrgin av smittu

17/3/2020

0 Comments

 

Av tí at Bylgjan er stongd hesa og komandi viku, vera ongar venjingar í hesum tíðarskeiðnum. 

0 Comments

Onki badminton týsdagin 22-10-2019

21/10/2019

0 Comments

 
Av tí at Bygljan er upptikin av øðrum virksemi, verður onki badminton í morgin.
0 Comments
<<Previous
Forward>>

    RSS Feed

​Badmintonfelagið Nápur  -  Postboks 25 610 Saltangará  -  napur@napur.fo  -  +298 269096
Fylg okkum á Facebook
© COPYRIGHT 2017. ALL RIGHTS RESERVED.
  • Heim
  • Tíðindi
  • Venjingartíðir
  • Myndir
    • Myndir 2016/2017
    • Myndir 2015/2016
  • Um Nápur
    • Nevndin
    • Viðtøkur felagsins
    • Fyribyrgjandi reglur
    • Góður atburður hjá íðkarum
    • Góður atburður hjá venjarum
    • Góður atburður hjá foreldrum
  • Samband
  • Tilmelding
    • 10-12 ár
    • 13-17 ár
    • Vaksin
    • Summarbadminton 2022
    • Hvílandi limur
    • Hjálparfólk